Far til innihald
Miso salmon with broccoli fonio

Miso laksur við brokkoli fonio

 

TÍÐ AT TILREIÐA 2 TÍMAR
TIL 2 FÓLK
KOSTUR

KETO, LÁGT KOLVETNI, LAKTOSUFRÍTT


TILFAR

  • 1 hvítleyksfet, rivin
  • 1/2 tsk ingifer, rivið
  • 2 spsk brúnt rísa-miso
  • 3 spsk eyka-jomfrú oliven olja
  • 1/2 dl mirin (søtt rísvín)
  • 2×120g Bakka laksur
  • 500g brokkolityssi, skorin
  • 1/2 tsk havsalt
  • 2,5 dl vatn
  • 60g rís/fonio/kuskus/quinoa/hirsa (valfrítt)
  • 3 spsk rivnar mandlur, ristaðar
  • 1 várleykur
  • Gochugaru (Koreanskt) kili flakar (valfrítt)

 

VEGLEIÐING

STIG 1

Hita ovnin til 230°C. Ger kryddlaka: blanda hvítleyk, ingifer, miso krem, 2 spsk olivin olju og mirin í ein lítlan bolla og píska væl.

Legg laksapettini í eitt lítið fat og oys lakan omaná, so at allur laksurin er undir. Dekka fatið og set í kuldaskáp í minsta lagi 1 tíma.

STIG 2

Koyr brokkoli-stykkini í ein stóran bolla. Oys 1 spsk eyka-jomfrú olivin olju omaná, kryddra við havsalti og blanda væl. Legg tað á eina bakiplátu við stanniol á botninum og steik í hitaða ovninum, til endarnir byrja at brúnkað, í uml. 15 minuttir.

STIG 3

Kóka vatnið í eini lítlari grýtu. Koyr fonio í og rør. Set á lágan hita, legg lok á og lat smákóka í uml. 1 minutt. Tak av hitanum og lat tað sita í 4 minuttir við lokinum á.

STIG 4

Táið brokkoliið er liðugt, flyt tað á eitt skeribretti og lat tað kølnað eitt sindur. Hakka bukettirnar eitt sindur í smærri pettir. Halt eygað við fonio og rist eitt sindur um neyðugt. Stoyt brokkoli í ein stóran bolla og rør mandlurnar í.

STIG 5

Rør í fonio til tað er lekkurt og mjúkt. Rør tað lunkaða fonio í bollan við brokkoli og blanda væl. Krydda við havsalti og hald tað heitt.

STIG 6

Flyt laksin á eina bakiplátu við stannioli í botninum. Set ovnin at grilla og steik laksin á ovastu hill, til hann er brúnkaður og byrjar at gerast broyskin, uml. 3-5 minuttir, alt eftir stødd á laksapettunum.

STIG 7

Pynta við skornum várleyki stroy gochugaru flakar, og oys eitt sindur av eyka-jomfrú olivin olju omaná.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon Soup
30 min - 1 hour

Laksasúpan

Leskilig laksasúpan við eplum og ymiskum grønmeti

Les meira
Salmon burger
30 min - 1 hour

Laksaburgari

Er tað trupult at fáa børnini at eta laks? Royn so hesar frískligu laksaburgarar - tú fert ikki at angra tað!

Les meira