Bakkafrost
Bakkafrost er framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum og Skotlandi. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum.
Markleys náttúra og kaldur og støðugur sjóvarhiti í norðuratlantiska rákinum kring Føroyar og Skotland eru tær fullkomnu umstøðurnar hjá laksi.
Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.
LAKSAALING
Bakkafrost hevur síðani 1979 alið og framleitt laks í Føroyum, við tí fyri eyga at bjóða heilsugóðan hágóðsku laks kring allan heimin.
Okkara aðalmál er at hava eina burðardygga framleiðslu, har vit leggja dent á djóravælferð og framleiðslu av hágóðsku matvørum og at skapa varandi virðir til kundar, parteigarar og til samfelagið. Harafturat eru smoltstøðir, alibrúk og virkir okkara útgjørd við fremstu tøknini og hava altjóða viðurkendar góðkenningar.
AVGERANDI STAÐSETING
Føroyar
Bakkafrost er staðsett í Føroyum, eitt oyggjasamfelag í Norðuratlantshavinum millum Noreg, Skotland og Ísland. Umstøðurnar at ala eru góðar, grundað á at golfstreymurin, sum fer framvið Føroyum, ger at hitin í sjónum er javnur (millum 6° og 12° hitastig). Her veksur laksurin seint men støðugt, og tí hevur Bakkafrost laksurin tann eyðkenda tætta bygnaðin. Eisini eru tað teir sterku streymarnir kring Føroyar, ið javnan reinsa firðirnar.
Skotland
Bakkafrost Skotland er førandi framleiðari av hágóðskulaksi í Skotlandi, og vit hava meir enn 60 alibrúk á vestursíðuni á Skotlandi og Hebridunum. Fantastisku firðirnir skapa karmarnar fyri bestu laksaalingini í Skotlandi.
burðardygd
arbeiðsháttur okkara
Bakkafrost hevur eina vælkenda virðisketu, ið er gjøgnumskygd á øllum økjum av framleiðsluni, bæði innan fiskamjøl, -lýsi og -olju, laksafóður, rognframleiðslu, smolt- og sjógvaling, tøku og góðsking. Bakkafrost hevur fleiri tænastuskip, ið flyta tøkufisk, avlúsa, vaska nótir og ringar. Harumframt hava vit egna framleiðslu av EPS-kassum. Vit hava eisini eitt biogassverk, ið umgerð lívfrøðiligt burturkast til orku og taðingarevni.