FAQ – Ofta settir spurningar
Vit hava savnað oftast settu spurningarnar saman. Um tú hevur aðrar spurningar, kanst tú skriva
til okkum í kjakboksini ella senda teldupost til webshop@bakkafrost.com.
FLUTNINGUR
Vit hava ein fastan flutningsprís uppá kr 80 fyri allar Føroyar. Tú kanst eisini heinta vøruna ókeypis á Glyvrum.
Ja, tú kanst heinta vøruna á Bakkafrost høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.
Av umhvørvisávum endurnýta vit flamingo kassarnar, sum laksurin verður útborin í. Sostatt taka vit vøruna úr flamingokassanum, tá vit lata tær vøruna og mugu tí hava eitt trygt stað at seta vøruna.
GÓÐSKA
Tað finst eingin almenn góðkenning fyri sushi góðsku og spurningurin er tí heldur, um laksurin kann etast ráur og um hann inniheldur sníkar?
Laksurin frá Bakkafrost inniheldur ikki anisakis sníkar og er tí væl egnaður til sashimi og sushi.