Far til innihald
Salmon Soup

Laksasúpan

 

TÍÐ AT TILREIÐA 40 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR
GLUTENFRÍTT


TILFAR

  • 4 miðalstór eplir
  • 3 gularøtur
  • ½ purra
  • 100g av spinat
  • 25g av smøri
  • 2,5dl av Roma
  • 2 puntar av fiskabót
  • 7,5dl av kókaðum vatni
  • 250g av Bakka laksi

VEGLEIÐING

STIG 1

Flys og sker eplini í puntar, flys og sker gularøturnar í tunnar strimlar og sker purruna í tunnar flísar. Vaska og sker eisini spinatið í strimlar.

STIG 2

Kóka vatnið og upploys fiskabótina, og set til síðis.

STIG 3

Smelta smørið í einari pannu og steik grønmetið í áleið 5 minuttir.

STIG 4

Koyr bótina og róman útí og set at smákóka í einar 15-20 minuttir.

STIG 5

Skava brúna feitti av laksinum og sker í smá pettir, koyr í súpanina og lat smákóka í 2-3 minuttir.

STIG 6

Krydda væl við salti og pipari og servera súpanina heita. 

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Miso salmon with broccoli fonio
1 Hour+

Miso laksur við brokkoli fonio

Eyka-jomfrú olivin olja og ein brúnt rísamiso er ein ordiliga leskilig blanding til ein sunnan laksaforrætt.

Les meira