Far til innihald
Salmon with Cranberry Sauce

Laksur við kirsuberjasós

TÍÐ AT TILREIÐA 30 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

PALEO LÁGT KOLVETNI, LAKTOSUFRÍTT


TILFAR

  • 4x189g Bakkafrost laksaflak
  • Salt og pipar
  • 60g tranaber (valfrítt)
  • Dild til pynt (valfrítt)
SÓS
  • 80 ml hunangur
  • 80 ml soya sós við lágum salti
  • 60 ml tranaberjasaft
  • 1 tsk roykt paprika
  • 2 hvítleykspungar, rivnir

 

VEGLEIÐING

STIG 1

Píska saman hunang, soya sós, tranaberjasaft, paprika og hvítleyk í einum lítlum bolla.

STIG 2

Legg laksin í ein bolla at marinera. Oys helvtina av sósini omaná laksaflakini, so tey eru væl dekkaði. Legg inn í kuldaskápið í millum 15 minuttir og 2 tímar.

STIG 3

Hita ovnin til 200º. Legg bakipappír á eina bakiplátu og set til síðis.

STIG 4

Tak laksin úr marinaduni og legg hann á bakiplátuna. Krydda lættliga við salti og pipari. Bein marinaduna burtur.

STIG 5
Baka í 10-15 minuttir ella til laksurin er akkurá, sum tú ynskir.

STIG 6
Meðan laksurin bakar, verður sósin gjørd: Oys restina av sósini, saman við tranaberjunum (um tú ynskir) í eina lítla sósagrýtu á miðal hita. Tá ið kókar, set hitan niður til lágan/miðal hita og lat surra í í 5-8 minuttir, ella til sósin glansar go tranaberjuni eru bleyt.
 
STIG 7
Tak laksin úr ovninum, tá ið hann er liðugur. Legg hann á ein borðisk og oys sósina omaná. Pynta við dild og ger so væl!

Skriva ein viðmerking

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Smoked Salmon Pinwheels
Gluten-free

Roykt laksamylla

Leskiligt kryddaðar, royktar laksamyllur, rullaðar í góðum grønleyk og dild ostakremi og nógvum spinati. Hesin lætti, sunni forrættur er liðugur eftir bert 10 minuttum og er eitt fantastiskt val ti...

Les meira
Christmas Salmon Tartlets
1 Hour+

Jóla laksatartelettir

Hesar jóla laksatartelettirnar eru lættar at gera burtur úr lítlum tilfari og familja og vinir verða púra ovfarin av matinum um jólini.

Les meira