Jóla laksatartelettir
TÍÐ AT TILREIÐA | 1 TÍMI |
TIL | 4 FÓLK (24 STK.) |
KOSTUR |
GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT) |
TILFAR
- Olivin olja (spray)
- 4 ark av Filo smørdeiggj
- 100g royktur laksur - skorin og rullaður
- 250g súrrómi
- 1 spsk sitrónsaft
- 1 spsk dild - hakkað
VEGLEIÐING
STIG 1
Hita ovnin á 180°. Smyr olju á tveir muffin formar (12 í hvørjum).
STIG 2
Legg eitt ark av deiggji á eina javna flatu. Sproyta olju á og legg 1 ark afturat omaná. Ger hetta við øll ørkini.
STIG 3
Sker í helvt og sker hvørja hálvu í 3 eins stórar strimlar. Sker síðani hvønn strimmil í 4 eins stór petti, so at alt verður til 24 fýrkantar.
STIG 4
Legg fýrkantarnar í muffin holini, so teir verða koppformaðir. sproyta olju á og baka í 10 minuttir ella til teir verða gyltir. Lat standa á bakiplátuni í 2 minuttir, áðrenn tú tekur teir úr ovninum. Stilla síðani á eina rist at kølnað.
STIG 5
Blanda súrróma, sitrónsaft og dild í eina lítla skál. Krydda við salti og pipari.
STIG 6
Fyll hvørja tartelett við 1 tsk av súrrómablandingini. Legg síðani eina rullu av laksi omaná og pynta við dild.
Skriva ein viðmerking
This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.