Far til innihald
Mediterranean Salmon

Miðjarðarhavslaksur

 

TÍÐ AT TILREIÐA 20 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

KETO, LÁGT KOLVETNI, GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT)


TILFAR

LAKSUR
  • 4× 140-170g laksaflak frá Bakkafrost
  • 2 spsk frískt oregano, skorið
  • 3 hvítleykspungar, malið
  • 3 spsk eyka-jomfrú olivin olja
  • Saft frá 1 sitrón
  • (Kosher) salt, svart pipar
MIÐJARÐARHAVSBLANDING
  • 340g cherry tomatir, hálvar 
  • 135g grønar olivin, steinleysar og hálvar
  • ½ agurk, skorin í terningar
  • 5g persilla, skorið
  • 3 spsk basilikum, skorið
  • 75g morlaður feta ost
  • Olivin olja
  • Kosher salt, svart pipar

 

VEGLEIÐING

STIG 1

Legg laksaflakini í ein miðal bolla. Oys oregano, hvítleyk, olivin olju og sitrónsaft og blanda, til flakini eru væl dekkaði. Krydda við salti og svørtum pipari á báðum síðum.

STIG 2

Hita eina stóra pannu við miðal hita. Oys Olivin olju á og tá pannan er heit, leggur tú laksaflakini á, við skræðuni niður. Steik í 5 minuttir, vend laksinum varisliga og steik í 2-3 minuttir á hini síðuni.

STIG 3

Meðan laksurin steikir, leggur tú tomatir, olivin, agurk, persillu, basilikum, feta ost og olivin olju á pannuna. Krydda við salti og pipari, blanda væl og stilla til síðis.

STIG 4

Legg laksin á ein borðisk og oys Miðjarðarhavsblandingina omaná.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Mediterranean Grilled Salmon Skewers
Gluten-free

Grillað Miðjarðarhavs laksaspjót

Hesi grillaðu Miðjarðarhavs laksaspjót eru einkult, sunn og skjót at gera til ein summar familjudøgurða ella uttandura grillveitslu.

Les meira
Curry Salmon
30 min - 1 hour

Karry laksur

Vilt tú krydda títt karry eitt sindur? Royn hendan leskiliga karrylaksarættin.

Les meira