Grillað Miðjarðarhavs laksaspjót
TÍÐ AT TILREIÐA | 20 MIN |
TIL | 4 FÓLK |
KOSTUR |
KETO, PALEO, LÁGT KOLVETNI, LAKTOSUFRÍTT, GLUTENFRÍTT |
TILFAR
- 1 kg Bakkafrost laksaflak
- 3 sitrónir
- 1 stór kursjetta
- 1 lítil reyðleykur
- 135g drúvutomatir
- 4 hvítleykspungar, malið
- 70g olivin olja
- ½ tsk kumman
- ½ tsk kili pulvur
- ¼ tsk deymkorra (koriander)
- 1 tsk timian
- 1 tsk oregano
- ¼ tsk reytt pipar flakar
- 1 tsk dild
- 1 tsk havsalt
- ½ tsk svart pipar
VEGLEIÐING
STIG 1
Tak skræðuna av laksinum og sker í bitar, 3-5cm til støddar. Kroyst tvær av sitrónunum, sker ta triðju í flísar og tak steinarnar burtur. Sker kursjettuna og reyðleykin í tunnar flísar.
STIG 2
Oys laksabitarnar, grønmetið, hvítleyking, kryddurturnar, olivin oljuna og sitrónina í ein stóran bolla. Blanda væl, dekka við stanniol og lat tað virka í minsta lagi 20 minuttir (upp til 2 tímar).
STIG 3
Tá ið laksurin hevur virkað, sproyta metal pinnar (15-30cm) við feitti og fyll við laksabitum og grønmeti.
STIG 4
Sproyta grillina við feitti og hita ovnin á 175°. Tá grillin er heit, legg spjótini á í 3-5 minuttir á hvørjari síðu. Laksurin verður ljósareyður og eitt sindur bleikur, tá ið hann er liðugur. Borðreið, meðan laksurin er heitur, saman við tzatziki sós.
Skriva ein viðmerking
This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.