Far til innihald
Quick Salmon Pasta

Skjótt laksapasta

 

TÍÐ AT TILREIÐA 45 MIN
TIL 8 FÓLK
KOSTUR

LAKTOSUFRÍTT, GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT)


TILFAR

DRESSINGUR
  • 2 spsk sitrónsaft
  • 1 spsk reyðvíns edikur
  • 1 spsk hvítvíns edikur
  • 1 tsk turt sennops pulvur
  • 3/4 tsk malin hvítleykur
  • 1 tsk skorið frískt dild
  • 1/2 tsk turkað estragon
  • 1 dl olivin olja
SALAT
  • 340g Bakkafrost laksur
  • 120ml hvítvín
  • 240ml vatn
  • 230g pasta (glutenfrítt valfrítt)
  • 150g agurk, flust og skorin í terningar
  • 2 tomatir, uttan kjarnir og skorin í terningar
  • 200g reyðleyk, í tunnum skivum
  • 2 spsk (+1 spsk) kapers
  • 1 spsk rivið sitrónskal

VEGLEIÐING

STIG 1

Hita ovnin til 190º. Koyr alt tilfarið til dressingin í ein bolla og píska til tað er væl blandað. Smakka til við salti og pipari.

STIG 2

Legg laksin í eitt eldfast fat og oys vatnið og vínið. Krydda við saltið og pipari og baka í 20-25 minuttir ella til tað er eitt sindur hart at nerta við.

STIG 3

Kóka pastaði eftir vegleiðingini á pakkanum. Drena vatnið frá og set til síðis.

STIG 4

Táið laksurin er bakaður, set at kølna og morla síðani í smáir bitar. Set í minsta lagi 240g til síðis.

STIG 5

Tveit restina av tilfarinum í ein stóran bolla og blanda varisliga.

STIG 6

Koyr laksin í bollan og oys dressingin í, eitt sindur í senn, meðan tú blandar væl.

STIG 7

Pynta við frískum, skornum dild og borðreið.


Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Honey Salmon with Couscous
Lactose-free

Hunangslaksur við kuskus

Bakkafrost laksur er tann besta proteinkeldan til bæði tær serstaku løturnar og teir vanligu gerandis dagarnar, tá ið tú hevur hug til okkurt meir enn vanligt. Hesin hunangslaksurin tekur einans 15...

Les meira
Mediterranean Grilled Salmon Skewers
Gluten-free

Grillað Miðjarðarhavs laksaspjót

Hesi grillaðu Miðjarðarhavs laksaspjót eru einkult, sunn og skjót at gera til ein summar familjudøgurða ella uttandura grillveitslu.

Les meira