Far til innihald
Honey Salmon with Couscous

Hunangslaksur við kuskus

 

TÍÐ AT TILREIÐA 15 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

LAKTOSUFRÍTT


TILFAR

  • Súltað piparfrukt í olju (2 spsk olju og uml. 70 g piparfrukt)
  • 4 Bakkafrost laksa flak
  • 1 spsk karry pulvur
  • 1 appilsin
  • uml. 40g pistasiunøtir (ella annað slag av nøtum)
  • 180g kuskus
  • 1 spsk hunangur
  • 160g snap ertrar
  • Jogurt (valfrítt)

 

VEGLEIÐING

STIG 1

Krydda (báðar síðurnar) laksin við karry pulvur og salt. Stilla eina stóra pannu á miðal/høgan hita. Stoyt súltaðu piparfruktoljuna í pannuna og legg laksin á. Steik í 5 min á hvørjari síðu.

STIG 2

Tilgerð kuskus eftir vegleiðingini á pakkanum. 

STIG 3

Ríva appilsinskalið og sker appilsinina í helvt og legg til síðis. Hakka pistasjunøturnar og súltaðu piparfruktina eitt sindur og set til síðis.

STIG 4

Kroyst appilsinsaft yvir laksin í pannuni og goym skalið. Koyr rivnaða appilsinskalið og hunang á pannuna. Vippa pannuna og stoyt soðið omaná laksin. Sum sósin tjúknar, sløkkir tú hitan.

STIG 5

Oys kuskus í ein stóran bolla. Koyr pistasjurnar, piparfruktina og ertrarnar í og krydda við salti.

STIG 6

Oys uml. ein kopp av kuskus á tallerkin, Legg eitt laksastykki omaná og brót hann varisliga við skeiðini. Legg eitt lag av glasering á allan rættin. Eigur tú tað heima, kanst tú pynta við einum lítlum klatti av jogurti ella nøkrum myntbløðum.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon maki rolls
1 Hour+

Laksamaki rullur

Hví ikki royna teg at gera leskiligt sushi í tínum egna heimi? Hóast tað kann tykjast sum nógv stríð, skalt tú bara koma í gongd, tí tað er ikki eins trupult, sum tað sær út. Orsøkin til ...

Les meira
Quick Salmon Pasta
30 min - 1 hour

Skjótt laksapasta

Laksur gevur pastanum eitt sunt skump, ið tú fert at elska. Hesin laksapasta rætturin tekur einans hálvan tíma at gera og tú hevur ikki tørv á nógvum tilfari.

Les meira