Laksamaki rullur
TÍÐ AT TILREIÐA | 40-50 MIN |
TIL | 4 FÓLK (32 stk) |
KOSTUR |
LAKTOSUFRÍTT, PALEO (VALFRÍTT), GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT) |
TILFAR
- Sushi mátta
- 4 stk ark av turkaðum tara
- 250g sushi rís
- 2 spsk rís edikur
- ½ agurk
- 250g feskan laks
- Soya sós (glutenfrítt valfrítt)
VEGLEIÐING
STIG 1
Skola rísið við køldum vatni og kóka tað eftir vegleiðingini á pakkanum.
Tá rísið er kókað, rørir tú rís-edikin í og letur standa og kølnað (uml. 30 min).
STIG 2
Sker laksin í tunnar flísar og sker agurkina í tunnar flísar.
STIG 3
Tá rísið er kølnað, legg taran á sushi máttuna við blonku síðuni niðureftir. (TIP: ger hendurnar vátar áðrenn farið verður í gongd við rísið fyri at sleppa undan kleprutum fingrum.)
STIG 4
Spjað ¼ av rísinum javnt omanyvir taran, og lat um 1,5 cm frá kantinum á síðuni longst frá tær (skal nýtast at líma seinni)
STIG 5
Legg laksastykkini oman á rísið eftir beinari linju í miðjuni. Legg nakrar flísar av agurk omaná laksin (legg eisini heilt út á báðar síðurnar av taraarkinum).
STIG 6
Rulla tara arkið við fylluni so fast saman ið til ber við sushi máttuni sum amboð. Ger tómrúmið av taranum vátt, áðrenn tú leggur kantin inn at, so at tað kleprar betri saman.
STIG 7
Halt fram á sama hátt við teimum 3 rullunum, ið eru eftir. Síðani skulu sushi rullurnar goymast í kuldaskápinum í 10 minuttir.
STIG 8
Sker rullurnar í eins stór stykkir, so hvør rulla verður uml. 8 pettir.
STIG 9
Borðreið við soya sós, wasabi og lakaðum ingifer.
Skriva ein viðmerking
This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.