Far til innihald
Curry Salmon

Karry laksur

 
TÍÐ AT TILREIÐA 30  MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

KETO, GLUTENFRÍTT


TILFAR

  • 4×125g Bakkafrost laksastykkir
  • 2 stórir leykir
  • 2 spsk smør ella margarin
  • 2 tomatir
  • 1 ½ spsk karry pulvur
  • 1 kjøt suppubót
  • ¼ tsk pipar
  • ¼ tsk salt
  • 120ml vatn
  • 150ml rómi

VEGLEIÐING

STIG 1

Steik leyk í eini høgari pannu saman við smøri/margarini á lágum hita.

STIG 2

Sker tomatir í bitar og koyr á pannuna. Steik í 2 min.

STIG 3

Blanda karry pulvur, suppubótina, salt og pipar uppí og lat surra í 5 min.

STIG 4

Oys vatn og róma í og flyt á høgan hita, til sósin kókar, og flyt aftur á lágan hita.

STIG 5

Legg laksastykkini í og lat tað surra í 10-15 min ella til laksurin er dampkókaður.

Servera við eplum ella rísi (ella dampkókaðum blómkáli, um tú fylgir eini keto matskipan).

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Mediterranean Salmon
Gluten-free

Miðjarðarhavslaksur

Kasta teg út í henda leskiliga Miðjarðarhavslaksin, ið kann steikjast í ovninum og á pannuni. Hetta er ein sunnur, lekkur og vakur rættur, ið hóskar seg til alskyns veitslur.

Les meira
Salmon Pita
Gluten-free

Laksapitabreyð

Borðreið við leskiligum pitabreyði, og lat hugflogið sveima við alskyns ífyllu.

Les meira