Far til innihald
Salmon with teriyaki sauce

Laksur við teriyaki sós

 

TÍÐ AT TILREIÐA 45 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT)


TILFAR

  • 4 stykkir av 125g skræðuleysum Bakkafrost laksi
  • 2 tsk sitrónpipar (0,5 tsk til hvørt laksastykki)
  • 4 spsk Teriyaki og Sesam olju (1 spsk til hvørt laksastykki, kann verða glutenfrítt)
  • 4 tsk Sesam kjarnur (1 tsk til hvørt laksastykki)
  • 8 smá epli
  • 25g smør
  • 4 grøn aspargus
  • 4 skivur av sitrón

VEGLEIÐING

STIG 1

Flys eplini og kóka tey í lætt saltaðum vatni í uml. 40 minuttir (verða eplini skorin í smærri pettir, verður kókitíðin styttri).

STIG 2

Hita ovnin til 175°.

STIG 3

Sker brúna feittið av laksinum og legg í eldfast fat. Krydda við sitrónpipari og oys eitt lag av Teriyaki sós omaná. Stroy Sesam kjarnur á laksastykkini.

STIG 4

Baka á miðjuni í ovninum í uml. 20-25 minuttir.

STIG 5

Ímeðan tú bíðar, tøm vatnið frá eplunum og mosa tey við smøri í grýtuni. Nýt sindur av mjólk neyðugt. Krydda við salti, pipari og sukri.

STIG 6

Borðreið saman við kókaðum grønum aspargus og sitrónskivum.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon with cheese and spinach
Gluten-free

Laksur við osti og spinat

Ein leskilig laksauppskrift við fyllu av smyrjiosti og spinat saman við eini lættari salat

Les meira
Oven-baked bits of Salmon
Gluten-free

Ovnbakaði laksastykkir

Sera løtt og leskilig uppskrift, ið verður til fragd fyri bæði familju og vinir, tá hon kemur á borðið. Tann einastandandi rætturin ber einans til við fantastiska laksinum frá Bakkafrost. Við ...

Les meira