Far til innihald
Salmon with cheese and spinach

Laksur við osti og spinat

 

TÍÐ AT TILREIÐA 30 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR

KETO, LÁGT KOLVETNI,
GLUTENFRÍTT


TILFAR

  • 4 Bakka laks pettir
  • Sitrónpipar, salt og pipar
  • 130g smyrjiost
  • 40g spinat, skorið í smá pettir
  • 50g rivnan mozzarella ost
  • ½ tsk hvítleykspulvur
  • Saft frá hálvari sitrón
  • 25g smør 

VEGLEIÐING

STIG 1

Sker brúna feittið av laksinum. Sker eina vatnrætta linju í laksin, men ikki ígjøgnum, so tað verður til ein lítlan lumma.

STIG 2

Píska smyrjiostin eina stutta løtu og blanda spinatið, rivnað ostin og hvítleykspulvuri í. Fyll síðan lítla lumman á laksinum við blandingini.

STIG 3

Krydda laksin við sitrónpipari, salti og pipari.

STIG 4

Smelta smørið á eini pannu og steik laksapettini á miðal hita í uml. 5 minuttir á hvørji síðu. Kroyst sitrónsaftina yvir laksin, meðan hann steikir.

STIG 5

Borðreið meðan rætturin er heitur, helst við eini lættari spinat salat.

Afturvið: Salat við spinat bløðum, agurku og tomatum saman við einum góðum dressingi.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon burger
30 min - 1 hour

Laksaburgari

Er tað trupult at fáa børnini at eta laks? Royn so hesar frískligu laksaburgarar - tú fert ikki at angra tað!

Les meira
Salmon with teriyaki sauce
30 min - 1 hour

Laksur við teriyaki sós

Ein leskiligur, skjótur og lættur laksarættur við eplamorli.

Les meira