Far til innihald
Oven-baked bits of Salmon

Ovnbakaði laksastykkir

TÍÐ AT TILREIÐA  30 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR
LAKTOSUFRÍTT, GLUTENFRÍTT

 

TILFAR

LAKI
  • Saft av ½ sitrón
  • 3 spsk. olivenolja
  • 2 spsk. hunangur
  • 2 hvítleyksfet, kroyst
  • Tummilstødd av ingiferi, rivið
  • 6 pettir á 110-150g av Bakkafrost laksi
  • 4 piparfruktir (blandaðir litir)
  • 25 svartar oliven
  • 2 nevar av jarðnøtum ella mandlum
  • Malið sitrónpipar

 

VEGLEIÐING
STIG 1

Blanda alt tilfarið til lakan saman og stoyt yvir laksin í einum fati. Set í køliskáp í minstalagi 3 tímar, helst yvir nátt.

STIG 2

Sker piparfruktina sundur og steik á pannu við eitt sindur av smøri.

STIG 3

Legg laksin í eitt eldfast fat og stroy sitrónpipar á. Legg síðan oliven, nøtirnar og stoktu piparfruktina omaná.

STIG 4

Set í ovnin á 180°C í 15 minuttir.

Afturvið: Hesin rættur roynist væl saman við jasmin-rísi og/ella breyði við broyskari skorpu.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon with teriyaki sauce
30 min - 1 hour

Laksur við teriyaki sós

Ein leskiligur, skjótur og lættur laksarættur við eplamorli.

Les meira
Salmon Pie
1 Hour+

Laksaterta

Eitt gott øðrvísi val til nátturðaborðið ella ein kaldan rætt. Saman við einari leskiligari og lættari salat er hetta ein sera vælegnaður rættur til bindiklubban.

Les meira