Far til innihald
Chef Hiro's Salmon Rice Bowl

laksa- og rísskál Chef Hirosar

TÍÐ AT TILREIÐA 15 MIN
TIL 2 FÓLK
KOSTUR

LAKTOSUFRÍTT, GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT)


TILFAR

  • 2x 120-140g Bakkafrost laksastykkir
  • 1 hvítleykspungur
  • Ingifer (tummilstødd)
  • 4 spsk soya sós (glutenfrítt valfrítt)
  • 2 spsk olivin olja
  • ½ spsk sesam olja
  • 3  oba bløð
  • 2 450g rís

 

VALFRÍTT
  • 1 avokado
  • Sterkt majonesa
  • Ála sós
  • Sriracha
  • Sesam kjarnar

VEGLEIÐING

STIG 1

Sker ingifer og hvítleyk í flísar og blanda við soya sós, olivin olju og sesam olju.

STIG 2

Krydda laksin við salti og pipari á báðum síðum.

STIG 3

Dekka laksin við ingiferblandingini soleiðis, at allar síðurnar eru heilt dekkaðar.

STIG 4

Baka laksin í einum Air Fryer í 10 minuttir á 175°. Kóka rísið, meðan laksurin bakar.

STIG 5

Tá ið laksurin er liðugt bakaður, legg hann á eitt skeribretti og toga laksin sundur í smá pettir.

STIG 6

Koyr rísið og skornu oba bløðini í eina skál saman við laksinum og blanda alt saman. sker avokado í flísar og legg á ein borðisk saman við rís- og fiskablandingini.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION

Salmon Pita
Gluten-free

Laksapitabreyð

Borðreið við leskiligum pitabreyði, og lat hugflogið sveima við alskyns ífyllu.

Les meira
Smoked Salmon Pinwheels
Gluten-free

Roykt laksamylla

Leskiligt kryddaðar, royktar laksamyllur, rullaðar í góðum grønleyk og dild ostakremi og nógvum spinati. Hesin lætti, sunni forrættur er liðugur eftir bert 10 minuttum og er eitt fantastiskt val ti...

Les meira