Skip to content

sustainability

BURÐARDYGDSTØL

3,7 m²/ 100G PROTEIN

SKYNSOM GAGNNÝTSLA AV LANDAØKI

Samanborið við nakrar av størstu keldunum til protein, sum ikki eru úr havinum, sum svínakjøt, oksakjøt og lambskjøt, so er aldur laksur eitt av mest umhvørvisvinarligu og burðardyggu sløgum av proteinum sum eru tøk.

0,6G CO²/ 40G KJØT

LÁG KOLEVNISSLÓÐ

Laksavinnan hevur lægstu kolevnisslóðina samanborið við fimm tær størstu keldurnar av djóraproteinum við 3,24 CO2 fyri hvørt kilo av vøru.

30.363 TONS

ENDURNÝTTIR LÍVFRØÐILIGIR SPILLÚRDRÁTTIR (Í 2022)

Samstarvið hjá Bakkafrost við biogassvirkið Førka er eydnast sera væl. Í 2022 vórðu endurnýttir lívfrøðiligir spillúrdráttir sum veittu 1.223 húsarhaldum streym, samlað 2,3% av varandi elframleiðsluni í Føroyum.

SUNT LÍV ÆTLANIN

SUNN VINNA

Bakkafrost hevur bundið seg til at vísa ábyrgdarfulla leiðslu innan vinnu og innan burðardygd. Vit gera hetta bæði í altjóða høpi, við okkara luttøku í til dømis Global Salmon Initiative (GSI), og lokalt ígjøgnum Havbúnaðarfelagið, felagsskapin fyri skotskar alarar, Scotland Food & Drink og aðrar vinnubólkar.

Les Meira

SUNN FÓLK

Sum størsti arbeiðsgevari í Føroyum, eru vit greið yvir okkara ábyrgd og tilvitað um okkara ávirkan á staðbundnu samfeløgini. Vit eru ógvuliga stolt av okkara dugnaligu og fjølbroyttu arbeiðsmegi, sum umfatar starvsfólk við nógvum ymiskum royndum og førleikum.

Les Meira

SUNNUR LAKSUR

Bakkafrost hevur longstu samfeldu virðisketuna á marknaðinum, og virkar á einum ógvuliga avmarkaðum landafrøðiligum øki. Virðisketan røkkur um alla framleiðslugongdina, frá at taka ímóti fiski frá MSC góðkendum kvotum, til egna framleiðslu av fiskamjøli og lýsi, sum verður brúkt í okkara serstaka fóðri. Vakstrartíðin frá rognum til fullvaksnan laks tekur nærum 3 ár.

Les Meira

SUNT UMHVØRVI

Vaksandi fólkatalið í heiminum ger tað alsamt meira týdningarmikið at varðveita heimsins tilfeingi. Á Bakkafrost eru umhvørvisvinarlig atlit í miðdeplinum í øllum vit takast við. Vit eru fyrst í vinnuni at gagnnýta lívfrøðiligu spillúrdráttirnar frá smoltstøðunum, við at umgera tilfarið til orkuframleiðslu, sum í løtuni veitir streym til 1.900 húsarhald í Føroyum.

Les Meira

SUNN SAMFELØG

Okkara mál er at síggja staðbundnu samfeløgini njóta gott av okkara virksemi, og vit hava eina heildartilgongd til virðisskapanina. Vit stuðla eini røð av átøkum, sum hava týdning og ávirkan á samfeløgini har vit virka, og vit miða eftir at stuðla endamálum, sum samsvara málunum hjá ST um burðardygga menning.

Les Meira