Far til innihald
Ovnbakað laksapettir Bakkafrost

Ovnbakað laksapettir

TILGERÐARTÍÐ  30 MIN
SKAMTUR 4 FÓLK
KOSTTØRVUR LAKTOSUFRÍTT, GLUTENFRÍTT

 

TILFAR

LAKI
  • Saft av ½ sitrón
  • 3 spsk olivinolja
  • 2 spsk hunangur
  • 2 hvítleykspungar, kroystir
  • Tummilstødd av ingiferi, rivið
  • 6 pettir á 110-150g

 

  • Bakkafrost laksur
  • 4 piparfruktir (blandaðir litir)
  • 25 svartar olivin
  • 2 nevar jarðnøtur ella mandlur
  • Knúst sitrónpipar

 

VEGLEIÐING
STIG 1

Blanda alt tilfarið til saltlakan saman og stoyt yvir laksin í einum fati. Køl í køliskápi í minstalagi 3 tímar, helst gjøgnum náttina.

STIG 2

Sker piparfruktina í pettir og steik á pannu við einum sindri av smøri.

STIG 3

Legg laksin í eitt eldfast fat og stroy sitrónpipar á og legg olivin, nøtir og stoktu piparfruktina omaná.

STIG 4

Set í ovnin á 180°C í 15 minuttir.

Afturvið: Hesin rættur roynist væl saman við jasminrísi og/ella breyði við broyskari skorpu.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

SEE MORE

INSPIRATION